Vænta semingsfund hósdagin

Vænta semingsfund hósdagin
Semingsstovnurin ætlar at hava semingsfund millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini komandi hósdag
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsenn, semingsmenn.
Mynd: Savn.  
 
02.04.2022 - 15:15

Semingsstovnurin hevur nú havt fundir við øll trý manningarfeløgini og við Reiðarafelagið.

Terje Sigurðsson, semingsmanður, sigur, at Semingsstovnurin fer at brúka komandi dagarnar til at skapa sær eina mynd av støðuni millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið.

Semingsstovnurin fer væntandi at byrja uppá eina seming hósdagin.

Sáttmálarnir fóru úr gildi á midnátt í gjár, 1. apríl.

Vanligt er, at sáttmálin verður longdur, men Skipara- og Navigatørfelagið vil sum einasta felag, ikki leingja sáttmálan, skrivar heimasíðan fsn.fo. Hesaferð samráðast manningarfeløgini ikki saman.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF