Hava keypt nýtt Sandshav

Hava keypt nýtt Sandshav
Línuskipið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B
Kristrún, sum væntandi fær navnið Sandshavið. Skipið kemur á føroyskar hendur um ein mánað.
Mynd: Marine Traffic  
 
07.04.2022 - 10:27

Sandingar fáa eitt annað línuskip fyri Sandshavið, skrivar Fiskur.fo.

Talan verður um frystilínuskipið Kristrún úr Reykjavík, sum skal avloysa Sandshavið. Hóast Kristrún og Sandshavið eru javngomul, er Kristrún eitt stig rætta vegin, tá ið talan er um menning, siga eigararnir.

Nýggja skipið er 47,7 metrar langt og 9 metrar breitt, meðan Sandshavið er 34 metrar langt og 7,5 metrar breitt.

 

Frysta 20 tons um samdøgrið

Skipið, sum helst fær navnið Sandshavið klárar at frysta 20 tons um samdøgrið, og tað gevur munandi betri umstøður at reka fiskiskap, enn tað ger í løtuni. Eitt nú kunnu túrarnir í Grønlandi og Íslandi vera longur, og nýggja skipið kann eisini fara á Flemmish Kap.

Nýggja Sandshavið er sama slag sum Kambur, Eivind og Jákup B, men eins og við Jákupi B, er nýggja Sandshavið longt, síðani tað var bygt.

Kristrún er í løtuni til fiskiskap, og verður yvirtikið um ein góðan mánaða, skrivar Fiskur,fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961