Gongur væl at bora tunlarnar norður um Fjall

Gongur væl at bora tunlarnar norður um Fjall
Fyrsta skotið var 30. september í fjør, og higartil eru borað 42 prosent av tí, sum borast skal
Báðir tunlarnir norður um Fjall vera boraðir úr Árnafirði.
Mynd: Poul Sundskarð  
 
08.04.2022 - 08:37

Nú er næstan komið í helvt við at bora bergholini norður um Fjall.

Landsverk upplýsir, at skotnir eru 1712 metrar, sum eru 42 prosent av tí, sum skjótast skal.

Í Hvannasundsbergholinum eru 1201,5 metrar eftir og í Árnafjarðarbergholinum 1171,5 metrar.

Fyrsta skotið var 30.september í fjør.

Árnafjarðarbergholið verður 1.900 metrar og Hvannasundsbergholið 2.200 metrar. 

Bæði bergholini vera borað úr Árnafirði. Tey skulu verða liðug á heysti í 2024.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928