Triðstørsti partaeigarin í BankNordik selt ein part av partabrøvunum

Triðstørsti partaeigarin í BankNordik selt ein part av partabrøvunum
Norska felagið Protector Forsikring ASA, sum eigur 11 prosent av BankNordik, hevur selt umleið eitt prosent av partabrøvunum í bankanum.
Triðstørsti partaeigarin í BankNordik hevur selt burtur av sínum partabrøvum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.04.2022 - 08:51

Triðstørsti partaeigarin í BankNordik hevur selt ein part av sínum partabrøvunum í bankanum.

Tað upplýsir bankin í eini fráboðan til danska keypsskálan. 

Tað er norska felagið Protector Forsikring ASA, sum hevur selt umleið eitt prosent av partabrøvunum í bankanum. 

 

Eigur nú 9,9 prosent av bankanum

Í ársfrágreiðingini fyri 2021 verður upplýst, at Protector Forsikring ASA eigur 11 prosent av partabrøvunum í bankanum. 

Men sambært fráboðanini til keypsskálan í gjár, so eigur felagið nú 9,9 prosent.

Tað eru 959,601 partabrøv.

Protector Forsikring ASA er framvegis triðstørsti eigarin í Bank Nordik. 

 

Landsstýrið enn størsti parteigari

Landsstýrið er størsti eigarin við 35 prosent av partabrøvunum.

Lind Invest eigur 12 prosent, og síðan kemur Protector Forsikring ASA við 9,9 prosentum. 

Føroysku feløgini p/f Tjaldur og sp/f Framherji eiga bæði um fimm prosent av partabrøvunum í bankanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928