Vesturbúgvin kom einsamallur aftur til lands

Vesturbúgvin kom einsamallur aftur til lands
Manningarnar fingu tilboð um kreppuhjálp
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin vóru systurskip, bygd í Havn í 1990.
 
15.04.2022 - 09:50

Klokkan sjey í gjárkvøldið kom Vesturbúgvin á Havnina við teimum sjey monnunum, sum vóru við Eysturbúgvanum.

Beint fyri klokkan fimm í gjármorgunin stoyttu partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin saman, og eftir stuttari løtu sakk Eysturbúgvin. 

Politiið var um borð á Vesturbúgvanum og gjørdi avhoyringar.

Alkoholroyndir vóru eisini tiknar av skiparunum, men tær vóru negativar.

Teir 14 menninir fingu tilboð um kreppuhjálp.

Danska skaðanevndin skuldi koma til Føroya longu í gjárkvøldið.

 

Vesturbúgvin kom á Havnina um sjey tíðina í gjárkvøldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666