Fleiri humaniterar rýmingarleiðir í dag

bannari
Fleiri humaniterar rýmingarleiðir í dag
Russland og Ukraina hava funnið semju um níggju humaniterar rýmingarleiðir í dag
Russiskur hermaður í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix.  
 
16.04.2022 - 10:53

Russland og Ukraina hava funnið semju um níggju humaniterar rýmingarleiðir í dag. Ætlanin er at flyta sivilfólk úr krígsherjaðum økjum í landspartinum Luhansk í eystara parti av Ukraina, har russarar fremja nógv álop í løtuni.

Ein humaniter rýmingarleið verður eisini úr kringsetta havnabýnum Mariupol. Tað sigur ukrainski varaforsætisráðharrin, Irina Verestsjuk, sambært Reuters.

Óvissa hevur verið um Mariupol enn er á ukrainskum hondum ella um russarar hava megnað at tikið býin. Sambært einum talsmanni hjá ukrainska verjumálaráðnum, eru enn bardagar í Mariupol millum ukrainskar og russiskar herdeildir, men fleiri russiskir hermenn koma til býin hvønn dag, sigur Oleksandr Motuzyanyk við The Guardian í morgun.

Í gjár vórðu 2864 sivilfólk bjargað við hjálp av humaniterum rýmingarleiðum. 363 úr Mariupol, 370 úr Luhansk og 2131 úr Zaporizhzhia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254