Danskt uppsjóvarfelag setir álit á handilsforðingar

Danskt uppsjóvarfelag setir álit á handilsforðingar
Vónandi hava handilsforðingarnar við sær, at Føroyar slaka í sínum krøvum í sildatrætuni
Formaðurin í Danmarks Pelagiske Producentorganistation vónar, at handilsforðingarnar fáa føroyingar at slaka.
Mynd: nordjyske.dk  
 
16.07.2013 - 11:15

Tað sigur formaðurin í Danmarks Pelagiske Producent-organisation, Esben Sverdrup-Jensen, við fiskeritidende.dk.

Hann heldur, at tað vera ikki handilsforðingarnar í sjálvum sær, sum loysa sildatrætuna, men vónandi fær hetta ferð á samráðingarnar, sigur hann.

- Handilsforðingarnar eru eitt keðiligt, men neyðugt átak. ES kann ikki hyggja at, meðan føroyingar av órøttum ovfiska sildastovnin. Tað er alneyðugt, at ES ger púra greitt, at vit stuðla burðardyggum fiskiskapi, sigur hann.

 

Danska stjórnin skal taka frástøðu

Danmarks Pelagiske Producent-organistation hevur boðað frá í fleiri førum, at danska stjórnin skal taka frástøðu frá Føroyum í hesum málinum.

- Vit hava víst á trupulleikan fleiri ferðir, at Danmark kann ikki sita báðumegin borðið samstundis í hesum málinum. Sum limir í ES skal Danmark virða føroyska sjálvræði í fiskivinnumálum, og heldur hugsað um ynskini hjá pelagisku vinnuni í Danmark, sigur Esben Sverdrup-Jensen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392