Betri eftirlit við keypi hjá almennum stovnum

Betri eftirlit við keypi hjá almennum stovnum
Í framtíðini sleppa almennir stovnar ikki at keypa uttan at kanna fyrst, hvar mest fæst fyri pengarnar
Meira eftirlit skal vera við almennum stovnum, tá keypt verður inn.
 
16.07.2013 - 14:30

Skal ein almennur stovnur keypa okkurt, sum kostar meira enn 50 túsund krónur, skal stovnurin spyrja fleiri veitarar fyrst, áðrenn keypt verður. Og skal keypast fyri meira enn áttahundrað túsund krónur, skal keypið bjóðast út alment.

 

- Hetta verður galdandi frá 1. oktober í ár, sigur Fíggjarmálaráðið í nýggjum rundskrivi.

 

Ráðið sigur, at endamálið er at spara pening og stimbra kappingina á privata marknaðinum, har sum tað almenna keypir vørur og tænastur. Ætlanin er at spara fimm til tíggju milliónir krónur um árið.

 

Ítøkiliga verður kravt, at útboð verða lýst á einum nýggjum keypsportali, sum fer at virka 1. oktober. Gjaldstovan fer at umsita portalin. Harafturat fara fólk á almennum stovnum, sum hava drúgvar royndir at keypa inn, at manna eitt toymi, sum skal hjálpa stovnunum at skipa keypið hjá stovninum.  

 

Vinnumálaráðið gjørdi í mars í fjør eina frágreiðing um innkeyps- og útboðspolitikkin hjá landinum. Nýggja rundskrivið hjá Fíggjarmálaráðnum byggir á hesa frágreiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483