Landsrætturin viðger Eik-málið í 25 dagar

Landsrætturin viðger Eik-málið í 25 dagar
Teir tríggir Eik-menninir vóru í Føroya rætti dømdir at rinda tilsamans 150 mió. kr. í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti. Í landsrættinum krevja teir frídøming
25 dagar eru settir av í landsrættinum til Eik-málið. Viðgerðin byrjaði í gjár.
 
27.04.2022 - 12:51

25 dagar eru settir av í Eystara landsrætti til sakarmálið millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eikmenninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, ið var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

Málið byrjaði í gjár. Nakrir dagar eru settir av nú í apríl, nakrir í mai, nakrir í juni, og seinastu dagarnir vera hálvan august.

Teir tríggir menninir vóru í Føroya rætti 18.november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. 

Teir kærdu dómin til Landsrættin.

 

Krevja frídøming

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir. Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

Málið er stórt. Í Føroya rætti vardi tað í 45 dagar. Nøkur vitni eru, og 70.000 skjøl eru í málinum. 

Ingi Højgaard er sakførari hjá Frithleifi Olsen, Christian Andreasen hjá Odd Bjellvåg og Søren Lundsgaard hjá Marneri Jacobsen.

Claus Juel Hansen er sakførari hjá Fíggjarligum støðufesti.

 


Odd Bjellvåg, Frithleif Olsen og Marner Jacobsen. Eik-málið er nú í landsrættinum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227