Bárður Ísheim aðalskrivari í MEGD

Bárður Ísheim aðalskrivari í MEGD
Sigrið Zachariassen verður nýggjur dagligur leiðari í Reyða Krossi Føroya
Bárður Atlason Ísheim er nýggjur aðalskrivari í MEGD
 
27.04.2022 - 14:56

Bárður Atlason Ísheim verður nýggur aðalskrivari hjá MEGD. 

Hann tekur við starvinum 1.juni. 

Bárður Atlason Ísheim er útbúgvin á University of Aberdeen, har hann hevur lisið altjóða løgfrøði. Sum part av útbúgvingini skrivaði hann høvuðsritgerð, ið viðger altjóða búskaparlig og sosial mannarættindi í Føroyum. 

Bárður Atlason Ísheim tekur við eftir Jónvør Christiansen, sum seinastu fýra árini hevur verið aðalskrivari í MEGD.

Bárður Atlason Ísheim hevur seinastu árini starvast sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya.

Nú hann fer í annað starv, tekur Sigrið Zachariassen við sum  dagligur leiðari hjá Reyða Krossi. 

Sigrið Zachariasen hevur starvast sum samskipari í Reyða Krossi seinastu árini. Hon er útbúgvin í sosiologi frá University of Aberdeen. Hon tekur við sum dagligur leiðari hjá Reyða Krossi 1.juni. 

 

Sigrið Zachariasen er nýggjur dagligur leiðari í Reyða Krossi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329