Úr kloakkini í Havn til Føroya fólk: RSP

Úr kloakkini í Havn til Føroya fólk: RSP
SEMENT22: Finalan í tónleikakappingini Sement fekk eina flúgvandi byrjan við undirgrunds-hipphopparunum RSP úr Havn, sum fekk Reinsaríið at kóka við gravskitnum rappi
RSP sparkaði av álvara Sement-finaluna ígongd við einari rimmar framførslu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2022 - 20:35

RSP hevur livað eitt friðarligt lív í tónlistarligu undirgrundini - ja,kolakkini - undir Havnini inntil Sement í ár. 

Nú er lokið farið oman av, og upp úr yvirdekkaða partinum av Havnará er boblaður gravskitið rapp um ball, damur og rúsevni. 

"Um tit ikki hava roynt tað, so burdu tit," spurdi Heini Ronnason, áðrenn RSP byrjaði sangin "MDMA". 

Tað var líka við at takið fór oman av Reinsarínum, tá RSP framførdi sangir sum "DRØX" og "Fresh", ið higartil bara hava búð á Soundcloud. 

"Vit eru bara babyrokkara, vita ikki hvat klokkan er," søgdu teir, tá teir gjørdu samrøðu við bitt-toymið eftir framførsluna. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928