Samferðslupakkin aftur seinkaður

Samferðslupakkin aftur seinkaður
Einki álit er komið úr fíggjarnevndini, og tað kemur heldur ikki í dag
Erhard Joensen er formaður í fíggjarnevndini, sum ikki er liðug at viðgera samferðslupakkan enn.
 
02.05.2022 - 16:33

Samferðslupakkin hjá samgonguni er aftur seinkaður.

Hósdagin segði Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, sum viðger samferðslupakkan, at álitið skuldi koma í seinasta lagi í dag.

Men enn er onki álit komið úr fíggjarnevndini, og tað kemur heldur onki í dag.

Hósdagin segði Erhard Joensen millum annað, at tað fór at vera ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlunum, og at skipanin við koyristuðli fyri at koyra í Eysturoyartunlnum verður tikin av.

Í staðin fyri fær Eysturoyartunnilin peningin beinleiðis frá landinum, nú nýggj avsláttarskipan er sett í verk. Og ætlanin er eisini at strika hækkaða oljuavgjaldið í uppskotinum, segði formaðurin í fíggjarnevndini.

 

Ikki semja

Men okkurt bendir á, at allar súðir eru ikki syftar enn, og kanska er ikki full semja um samferðslupakkan.

Tí í dag vil Erhard Joensen einki siga um samferðslupakkan, fyrr enn greið niðurstøða er gjørd, og tað verður ikki í dag, sigur hann.

Eftir ætlan fer tingið í summarfrí fríggjadagin.

Øll mál, sum ikki eru avgreidd tá, detta burtur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502