Fólkaheilsustýrið til verka á nýggjárinum

Fólkaheilsustýrið til verka á nýggjárinum
Eftir ólavsøku verður farsóttarlógin yvirtikin, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum
Pengar eru settir av til at fyrireika stýrið, og fyrireikingarnar byrja alt fyri eitt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.
 
03.05.2022 - 09:54

Uppskotið um Fólkaheilsustýrið er samtykt, og stýrið fer til verka á nýggjárinum.

Pengar eru settir av til at fyrireika stýrið, og fyrireikingarnar byrja alt fyri eitt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Tað hevur leingi verið eitt ynski í bæði heilsuverkinum og hjá skiftandi landsstýrissamgongum at savna eina røð av týðandi heilsufakligum uppgávum, sum í dag eru spjaddar ímillum ymiskar heilsufakligar stovnar og myndugleikar, í eitt Fólkaheilsustýri, sigur landsstýrismaðurin í tíðindaskrivi.

 

Eisini nýggjar uppgávur

Fólkaheilsustýrið skal í fyrstu syftu fevna um virksemið, sum í dag er í Fólkaheilsuráðnum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavninum, men afturat tí fær stýrið fleiri nýggjar uppgávur at loysa og umsita.

Næsta stigið á leiðini er at fáa farsóttarlógina og alt tað, sum umsitingarliga hongur saman við henni, á føroyskar hendur.

Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at hann legði sítt ynski um yvirtøku av farsóttarlógini fyri á landsstýrisfundi í november í fjør, og síðan hava samráðingar verið ímillum føroyskar og danskar myndugleikar um tað.

 

Yvirtaka farsóttarlógina

Og landsstýrismaðurin sigur seg rokna við, at uppskot um at yvirtaka farsóttarlógina verður lagt fyri løgtingið beint eftir ólavsøku.

- Nú er Fólkaheilsustýrið komið undir land, og eftir ólavsøku yvirtaka vit farsóttarlógina. Hyggja vit so eitt sindur longur fram, er tað náttúrligt, at landslæknaembætið ein dag eisini verður partur av føroyska Fólkaheilsustýrinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502