- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljutangar í Vági skulu takast niður
Fyrr í ár fór kommunan undir at skipa viðurskiftini við Vágs Havn betur. Ein partur av hesum arbeiðinum fevnir um at fáa gjørt økir tøk, sum ikki verða brúkt longur. Sum lið í hesum arbeiði hevur kommunan, í samráð við Effo, tikið avgerð um at fáa gomlu oljutangarnir tiknar niður. Hetta arbeiði er nú komið so mikið áleiðis, at fyrsti oljutangin er tikin niður.
Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at niðurtøkan av oljutangunum er ein liður í at skipað viðurskiftini við Vágs Havn á best møguligt, soleiðis at plássið, sum er á havnalagnum, verður brúkt so optimalt sum til ber.
- Seinastu mánaðirnar hevur virksemið kring Vágs Havn verið vaksandi, og royna vit at tryggja, at fyritøkur, sum virka á og umvegis Vágs Havn fáa bestu sømdir, sigur Poul Augustinussen.
Vágs kommuna hevur gjørt avtalu við Effo um at keypa økið, har oljutangarnir standa. Økið verður yvirtikið, tá oljutangarnir eru tiknir niður.
Oljutangarnir, sum nú verða tiknir niður, vórðu settir upp fyrst í 1950unum.