Bjóða tjóðleikhúsið út um tvey ár

Bjóða tjóðleikhúsið út um tvey ár
Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv tjóðleikhúsið fer at kosta, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður
Frá framførslu á tjóðpallinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum sigur nú, at arbeiðið upp á nýggja tjóðleikhúsið verður boðið út í 2024.
 
05.05.2022 - 08:16

Ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina um tvey ár verður arbeiðið at byggja tjóðleikhús boðið út.

Sambært tíðarætlanini verður klárt at bjóða arbeiðið út í seinnu helvt í 2024.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um tjóðleikhúsið. 

 

Pengar eru til arkitektakapping

Hann sigur, at í ár eru pengar til arkitektakappingina, sum er skrivað út fyri innbodnum.  

Í ætlanartølunum fyri fíggjarlógirnar fyri 2023 og 2024 eru pengar settir av til projektering. Enn ber ikki til at siga, hvussu nógv tjóðleikhúsið fer at kosta, sigur Jenis av Rana.

Hann sigur, at samgongan tekur undir við, at slíkar verkætlanir kunnu partvís fíggjast við uttanhýsis fígging.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776