Avlopskrav tvingar Rúsuna at selja meira

Avlopskrav tvingar Rúsuna at selja meira
Landsstýrið kannar, um rúsdrekkalógin skal broytast, millum annað viðvíkjandi kravinum um avlop
Avlopskravið tvingar Rúsdrekkasøluna til dømis at flyta inn nógv bíligt sterkt øl, sum føroysk bryggjarí ikki kunnu kappast við, sigur minnilutin í Vinnunevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.05.2022 - 10:14

Landsstýrið tvingar við sínum avlopskravi Rúsdrekkasøluna til at selja enn meira.

Tað tvingar hana til dømis at flyta inn nógv bíligt sterkt øl, sum føroysk bryggjarí ikki kunnu kappast við.

Tað sigur ein minniluti í Vinnunevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.

Tey heita á landsstýrismannin um at endurskoða rúsdrekkalógina, millum annað so hon kann gerast smidligari fyri matstovur og skeinkistøð.

 

Fekk bara eina atkvøðu

Vinnunevndin viðgjørdi eitt uppskot hjá Framsókn um at loyva handlum, matstovum og skeinkistøðum at innflyta og selja vín og øl.

Eisini samgonguumboðini í Vinnunevndini helda, at onnur enn Rúsdrekkasølan eiga at sleppa at innflyta rúsdrekka.

Bara Bjarni Kárason Petersen í Framsókn tók undir við uppskotinum, sum bara fekk eina atkvøðu á tingfundinum í gjár.

Landsstýrið kannar, um rúsdrekkalógin skal broytast, millum annað viðvíkjandi kravinum um avlop.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974