Nú ber til at søkja um miðlastuðul til verkætlanir

Nú ber til at søkja um miðlastuðul til verkætlanir
Tvær milliónir eru settar av, og 1,4 milliónir verða brúktar til verkætlanarstuðul
Nú kann søkjast um miðlastuðul eit eitt nú til greinarøð, heimildarsending og poddvarp.
 
09.05.2022 - 15:11

Nú ber til á fyrsta sinni at søkja um miðlastuðul til verkætlanir, eitt nú til greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a., ið tíðindamiðlar framleiða við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði.

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið, sum umsitur pengarnar, og sum skal hava umsóknirnar.

Á heimasíðuni skrivar ráðið, á fíggjarlógini eru tvær mió. kr. settar av til miðlastuðulin. Av teimum verða 70 %, svarandi til 1,4 mió. kr., brúktar til verkætlanarstuðul, og 30 %, svarandi til  600 tús. kr., verða brúktar til rakstrarstuðul, grundað á skjalprógvaðar lønarútreiðslur. Lýst verður við seinna stuðulsmøguleikanum í heyst.

 

Freistin 23. mai

Freistin at søkja verkætlanarstuðul er 23. mai á middegi.

Allar umsóknir skulu skrivast á serstakt umsóknarblað til verkætlanir, sum liggur á heimasíðuni hjá  Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Sambært lógini er tað Miðlastuðulsnevndin, ið tekur endaliga avgerð um miðlastuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375