Lyftu seg til nógv heiðursmerki

Lyftu seg til nógv heiðursmerki
Einki gull, men fleiri silvur- og bronsuheiðursmerki komu til høldar, tá fýra føroyskir vektlyftarar kappaðust um danmarksmeistaraheitini um vikuskiftið
16.05.2022 - 16:02

Seks silvurmerki og tríggjar bronsur komu til høldar, tá fýra føroyskir vektlyftarar kappaðust um danmarksmeistaraheitini um vikuskiftið. 

Pól Hendrikur Andreasen lyfti í 73-kilo-bólkinum. Í fjør vann hann gull, men hóast hann lyfti meir hesa ferð, eydnaðist ikki at koma heilt upp á sigursskammilin.

Hann lyfti 91 kilo í trekk, 116 kilo í stoyt og 207 kilo samanlagt. Tað gav honum trý silvurheiðursmerkir. 

Niels Áki Mørk í 67-kilo-vektbólkinum endaði eisini tríggjar ferðir á 2. plássi. Hann lyfti 101 kilo í trekk, 105 kilo í stoyt og 206 kilo tilsamans.

Leif á Bøgarði í 81-kilo-bólkinum lyfti 106 kilo í trekk, 130 kilo í stoyt, 236 kilo tilsamans, og tað gav honum tríggjar bronsur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400