- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søren Manscher: Føroyar er mítt heim uttanfyri Danmark
Søren Manscher: Føroyar er mítt heim uttanfyri Danmark
Bondini til Føroya vóru knýtt á tónleikaháskúlanum í Keypmannahavn, tá Søren gjørdist hugtikin av føroyskum trummusláara

Mynd: Rúni Jákupsson
23.10.2026 - 13:26
Danski sangskrivarin Søren Manscher finnur søgurnar í lívinum rundan um seg. Við gittara og sangi umrøður hann bæði tað vakra, tað løgna og tað trupla.
Í 2019 gav hann út sína fyrstu soloplátu og hitaði upp fyri Søren Huss í 19 donskum býum.
Nú er Søren aftur í Føroyum við nýggjum tónleiki og tveimum føroyskum viðleikarum. Og í dag vitja teir okkum: Søren Manscher sangi og gittar, Torleik Mortensen á bassi og Hjørtur Háberg á trummum.
Mynd: Rúni Jákupsson
Tað er á tónlistaskúlanum í Keypmannahavn, at upprunin til føroyska sambandið stavar.
Søren Manscher hoyrdi ein dugnaligan trummusláara, ið dugdi at laga sítt spæla eftir rúminum. Talan var um Hjørt Háberg.
Teirra vinalag hevði við sær, at Manscher valdi at brúka ein part av síni lestrartíð í Føroyum.
Har kom hann at kenna Torleik Mortensen.
Síðani eru fleiri útgávur komnar, og sambandið við Føroyar er vorðið tættari.
Millum annað hevur Teitur framleitt tilfar hjá Manscher.
Mynd: Rúni Jákupsson
Pláss er fyri improvisatión í tónleikinum. Hetta er á ein hátt jazzut uttan at vera jazzur, sigur Søren..
- Tað er frælsi undir ábyrgd, sigur Torleik Mortensen skemtandi.
- Tað snýr seg um at lurta eftir tónleikinum og fylla passaligt. Eins og í eini samrøðu. Tá er ofta snilt at spyrja seg sjálvan, um eg fylli ov nógv ella ov lítið.
Á ferðini í Føroyum eru tríggjar konsertir settar á skrá.
29. oktober: Testovan í Klaksvík
30. oktober: SALT á Drelnesi
31. oktober: Føroya Fólkaháskúli
Teir gera tó vart við, at um onnur eru áhugað í at fáa teir á vitjan, eru møguleikar fyri tí.
Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Søren Manscher
1839856
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






























