- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirfriðingarnevndin fingið frágreiðing um Klivaløkshaga

Í august mánaði í fjør samtykti Yvirfriðingarnevndin, at ferðingin hjá fugli millum búøki og støð, har hann leitar sær føði, eisini skuldi kannast í sambandi við ætlaðu byggingina av vindmyllulundini í Klivaløkshaga í Sandoynni.
Viðurskiftini skuldu kannast í eitt heilt ár.
Kanningin er nú liðug, og er latin Yvirfriðingarnevndini, upplýsti Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, í Breddanum fyrrapartin.
- Vit vóna, at Yvirfriðingarnevndin skjótt kemur við eini niðurstøðu, so avgerð kann takast, um vindmyllulundin skal byggjast í Klivaløkshags, siga bæði Sigurð í Jákupsstovu og Eyðdis Hartmann NIclasen, landsstýriskvinna í orkumálum.
Sigurð í Jákupsstovu.
Treytað loyvi
Í februar í fjør fekk eitt felag hjá Johan í Niðristovu, sum eisini hevur vindmyllur aðrastaðni, fekk treytað loyvi at seta sjey myllur upp.
Treytað loyvi merkir, at felagið kann ikki gera nakað, fyrr enn Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi, og byggiloyvi er fingið.
Tað var annars á vári í 2024, at fyrsta landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, kom við eini vindmylluútbyggingarætlan við fimm vindmyllulundum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:




























