Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini í kvøld

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini í kvøld
Í kvøld verða fjórðingsfinalurnar í steypakappingini spældar. Størsti dysturin er ímillum B36 og Víking í Gundadali
B36, sum vann steypakappingina í fjør, tekur ímóti Víkingi í kvøld
 
18.05.2022 - 16:08

B36 tekur ímóti Víkingi í helst størsta dystinum í fjórðingsfinalunum í steypakappingini, sum verða spældar í kvøld.

HB tekur ímóti AB, ÍF vitjar KÍ við Djúpumýru og TB tekur ímóti 07 Vestur í Trongisvági.

Fjórðingsfinalurnar:

18.00: HB - AB 
18.30: KÍ - ÍF
18.45: TB - 07 Vestur
20.00: B36 - Víkingur

KVF sigur frá tveimum dystum í útvarpinum. Tað verða teir báðir dystirnir á Ovara vølli í Gundadali, HB ímóti AB og B36 ímóti Víkingi.

Nýggj stroymingtænasta vísir dystirnar

Fjórðingsfinalurnar í kvøld verða stroymdar. Nýggja stroymingtænastan, stroyming.com, sum Ø-Media eigur, bjóðar hyggjarum at keypa einstakar ella allar dystirnar hetta umfarið.

Kostnaðurin fyri hvønn dyst er 75 krónur, men til ber at keypa sær allar dystirnar fyri 133 krónur.

 – Higartil hava dystirnir í kappingini um Løgmanssteypið ikki verið stroymdir á einum stað. Tó hava onkur feløg stroymt sínar egnu dystir, men tað hevur verið ikki eitt samlað stað. Eg vóni, at føroyingar fara at taka væl ímóti hesi tænastuni, sigur Búgvi Øster frá Ø-Media sambært Dimmalætting.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV