Tosa framvegis saman um nýggjan sáttmála

Tosa framvegis saman um nýggjan sáttmála
Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið hava longt sáttmálan til á midnátt í kvøld
Stefan í Skorini er stjóri í Reiðarafelagnum.
 
20.05.2022 - 13:10

Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið tosa framvegis saman um nýggjan sáttmála.

Tað er tað einasta, sum stjórin í Reiðarafelagnum, Stefan í Skorini, sigur seg kunna siga um sáttmálaviðurskiftini millum partarnar.

Tað eru framvegis ongar beinleiðis samráðingar, men partarnir tosa saman, sigur hann.

Partarnir hava longt verandi sáttmála til á midnátt í kvøld, men hvat síðani hendir, ber ikki til at siga nakað um, sigur hann.

 

Jan Højgaard er formaður í Fiskimannafelagnum. 

 

Bíða eftir útrokningum

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum sigur, at partarnir bíða eftir nøkrum útrokningum, sum skulu gerast, uttan at hann vil siga, hvat útrokningarnar snúgva seg um.

Jan Højgaard sigur seg rokna við, at sáttmálin millum fiskimenn og reiðarar verður longdur til miðskeiðis í næstu viku.

Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið kunnu senda boð eftir semingsstovninum, tað hava partarnir ikki tikið avgerð um enn.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistafelagið og Reiðarafelagið hava longt sáttmálan til 1. apríl næsta ár.

Tað var semingsstovnurin sum mælti pørtunum til at gera tað, og tað samdust feløgini um.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444