Føroyar nærkast botninum

Føroyar nærkast botninum
Føroyar eru nú nummar 37 av 40 londum á hvíta listanum hjá Paris MoU
Skip, sum eru í FAS, sigla undir føroyskum flaggi. Føroyar eru flaggstaturin.
 
21.07.2026 - 06:06

Føroyar eru nú nummar 37 av 40 londum á hvíta listanum hjá Paris MoU.

Paris MoU kannar skip, sum koma í havnir í Evropa og í londum við Norðuratlantshav, fyri at vita, um trygdin umborð er í lagi.

Listin verður kunngjørdur árliga. Og tann fyri 2025 er júst kunngjørdur.

Í 2024 vóru Føroyar nummar 30.

Skip við føroyskum flaggi eru afturhildin átta ferðir í 225 eftirlitum seinastu trý árini.

Tað er í 2023, 2024 og 2025.

Tað er umráðandi at venda gongdini og tryggja, at Føroyar framvegis varðveita plássið á hvíta listanum, sigur Sjóvinnustýrið.

Tað hevur tí nú fleiri flaggstatseftirlit og væntar, at reiðaríini fremja neyðug tiltøk, so frávikini vera færri og fyri at forða fyri afturhaldum.

Tey trý londini, sum eru aftan fyri Føroyar á hvíta listanum eru Belgia, Pólland og Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083