Samdir um leiguavtalu um Herjólf 3

Samdir um leiguavtalu um Herjólf 3
Føroyingar hava skrivað undir sáttmálan, men íslendsku undirskriftirnar verða ikki settar á avtaluna fyrr enn í næstu viku
Partarnir eru samdir um leigusáttmála um Herjólf, men íslendingar hava ikki skrivað undir enn.
Mynd: Marine Traffic  
 
20.05.2022 - 13:36

Strandferðslan og íslendska felagið, Vegagerðin, eru samd um leiguavtaluna av ferjuni Herjólfi 3.

Skrivast skal undir avtaluna bæði í Føroyum og Íslandi. Føroyingar hava skrivað undir, og íslendsku undirskriftirnar verða settar á avtaluna í Íslandi í næstu viku.

Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, vil ikki gera samrøðu við útvarpið um avtaluna, fyrr enn hon er endaliga undirskrivað. Hann leggur tó dent á, at báðir partar eru samdir um leiguavtaluna.

 

Farmaskip og avloysaraskip

Ætlanin er, at Herjólfur 3 skal í sigling um Suðuroyarfjørð, fyrst og fremst sum farmaskip afturat Smyrli, 3-4 dagar um vikuna. 

Men tá ið Smyril skal í dokk, ætlandi seinast í august,  ferl Herjólfur 3 at røkja siglingina um Suðuroyarfjørð.

Áðrenn Herjólfur 3 kann brúkast á farleiðini millum Havnina og Krambatanga, skal ferjan til fimm ára klassing, og koyrirampan aftan skal esini leingjast. Haraftrat skal bjargingarútgerðin dagførast, so hon lýkur krøvini í Føroyum. 

Strandferðslan ætlar at leiga Herjólf 3 fyribils í umleið 15 til 17 mánaðir. Tó vil íslendski eigarin sleppa at brúka skipið sum avloysaraskip í Íslandi nakrar vikur í oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178