Gull í blandaðum tvímansleiki

Gull í blandaðum tvímansleiki
Rannvá Carlsson og Niklas Eysturoy vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í badminton á oyggjaleikunum
Rannvá Carlsson og Niklas Eysturoy hava vunnið gull í blandaðum tvímansleiki á oyggjaleikunum
 
19.07.2013 - 21:00

Tað sum ikki eydnaðist í tvímansleiki hjá kvinnum, eydnaðist í dystinum beint aftaná. Rannvá Djurhuus Carlsson og Niklas Højgaard Eysturoy vunnu gull í blandaðum tvímansleiki í síðsta dystinum hjá føroysku badmintonleikarunum á Oyggjaleikunum í Bermuda.

Tað var ein tættur og spennandi dystur móti Garbutt og Le Tocq av Guernsey. Guernsey vann fyrsta settið 21-19, men síðani vunnu Rannvá og Niklas annað sett 21-10. Síðsta og avgerandi settið gjørdist sera javnt og spennandi, men at enda drógu okkara fólk longra stráið og vunnu gull.

Í tvímansleiki hjá kvinnum móti Clague og Callow av Guernsey, vóru systrarnar Brynhild og Rannvá Djurhuus Carlsson væl við í fyrsta setti. Tær fingu eina góða byrjan og vóru eisini frammanfyri 19-18, men taptu kortini. Annað sett vann Guernsey greitt og harvið eisini gullið.

Hetta hevur verið ein góður dagur hjá Rannvá, tí hon hevur fingið trý heiðursmerki. Fyrr í dag var tað greitt, at hon eisini hevði fingið bronsu í einmansleiki hjá kvinnum, tí kvinnan av Guernsey, sum hon skuldi møta, tók seg aftur vegna skaða. Tað gjørdi samstundis, at Rannvá hevði størri orku til hinar báðar dystirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775