Edmund gevst í politikki

Edmund gevst í politikki
Edmund Joensen hevur verið løgmaður, løgtingsmaður, fólkatingsmaður, løgtingsformaður og formaður í Sambandsflokkinum
Edmund Joensen stillar ikki uppaftur til fólkatingið.
 
24.05.2022 - 08:38

Tá fólkatingsval verður skrivað út næstu ferð, verður tað ikki við Edmundi Joensen á atkvøðuseðlinum. 

Edmund Joensen kunngjørdi í gjár, at hann stillar ikki upp aftur til fólkatingið.

20220523_EDMUND_JOENSEN

Samstundis boðaði Anna Falkenberg frá, at hon stillar upp fyri Sambandsflokkin á næsta fólkatingsvali.

Anna Falkenberg er abbadóttir Edmund Joensen. 

Anna Falkenberg er stjórnmálafrøðingur og hevur síðani fólkatingsvalið í 2019 arbeitt á skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum í fólkatinginum.

Edmund Joensen er 77 ár, og hann hevur verið 34 ár í politikki.

Hann hevur verið løgmaður, løgtingsmaður, fólkatingsmaður, løgtingsformaður og formaður í Sambandsflokkinum.

 

Edmund Joensen og abbadóttirin, Anna Falkenberg, sum ætlar at stilla upp til næsta fólkatingsval fyri Sambandsflokkin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858