Smyril verður í dokk í seks vikur

Smyril verður í dokk í seks vikur
Hann fer til Danmarkar 16. august, og kemur aftur fyrstu vikuna í oktober
Smyril verður í dokk í hálvan annan mánað seinni í ár.
 
27.05.2022 - 08:33

Suðuroyingar noyðast at vera Smyril fyri uttan í hálvan annan mánaða seinni í ár.

Smyril fer væntandi í dokk í Danmark 16.august, og kemur aftur fyrstu vikuna í oktober, upplýsa Strandfaraskip landsins.

Sam skuldi fara til árligt eftirlit mánadagin í næstu viku. Men tað er flutt til seinni ár, væntandi í september. 

 

Teistin aftur í dokk

Teistin skal væntandi aftur í dokk í september. Hann fór í dokk 9.mai, men fór aftur í sigling 12.mai, tá Hasfjord fekk skaða.

Ritan fer til eftirlit síðst í oktober og Sildberin hálvan november.

Strandfaraskip landsins upplýsa eisini, at Jósup siglir á Mykinesleiðini til 23.oktober. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166