Videomyndir: Fólkaatkvøða í Danmark

Videomyndir: Fólkaatkvøða í Danmark
Ein stórur meiriluti er fyri, at Danmark skal sleppa ES-fyrivarninum um hernaðarmál
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, greiddi atkvøðu í Værløse.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.06.2022 - 10:58

Í dag skulu fólk í Danmark taka støðu til, um Danmark skal sleppa fyrivarninum, sum landið hevur havt mótvegis ES, tá talan er um hernaðarmál.

Stjórnin tók avgerð um at skipa fólkaatkvøðu, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Nýggjasta kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, vísir, at ein stórur meiriluti av danska fólkinum er fyri at sleppa fyrivarninum.

 

65,3 prosent ja og 34,7 nei

Sambært kanningini siga 65,3 prosent av teimum, sum hava tikið støðu,  ja til at sleppa fyrivarninum, og 34,7 prosent siga nei.

Men fólk eru eisini í iva, tí 19 prosent siga seg ikki hava tikið støðu til spurningin.

Kanningin hjá Megafon var gjørd í gjár og í fyrradagin, og yvir 2.000 fólk vóru spurd.

Bæði Mette Frederiksen forsætisráðharri, og Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, hava verið á gøtuni fyrrapartin og heitt á veljaran um at atkvøða fyri at taka ES-fyrivarnið av.

 

Sí videomyndir frá danska kringvarpinum her:

 

FOLKAATKVODA_NET

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373