Stríðið um Hans Ø fær ein enda

Stríðið um Hans Ø fær ein enda
Í næstu viku verður avtala undirskrivað, sum endar stríðið um nógv umrøddu oynna Hans Ø millum Kanada og Grønland
Hans Ø er 1,3 ferkilometrar stór. Til samanberingar er Lítla Dímun 0,8 ferkilometrar, og Koltur er 2,5 ferkilometrar
Mynd: Wikimedia Commons  
 
11.06.2022 - 16:34

Síðani 1973 hava Danmark og Kanada ligið í stríði um lítlu oynna Hans Ø, sum liggur mitt ímillum Grønland og Kanada. Bæði Kanada og Danmark vegna Grønland siga seg eiga oynna, sum er 1,3 ferkilometrar til støddar og púra oyðin.

Hetta hevur ført til, at kanadiarar og danir javnan hava verið á oynni og tikið flaggið hjá hinum partinum niður og sett sítt egna flagg í staðin. Við tíðini er góðsligt skemt eisini komið uppí trætuna, tí tá danir hava tikið kanadiska flaggið niður, hava teir lagt eina snapsafløsku eftir sær til kanadiarar, og afturfyri hava kanadiarar lagt eina fløsku av Canadian Club whiskey, tá teir hava tikið Danabrók niður og sett kanadiska flaggið í staðin.

Men nú er líkt til, at áralanga stríðið um lítlu oynna fær ein enda. Í 2018 varð ein arbeiðsbólkur gjørdur, sum skuldi koma fram til eina semju um oynna, og nú skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq, at grønlendski landsstýrisformaðurin Múte B. Egede tann 14. juni fer til Kanada at undirskriva eina nýggja avtalu um oynna.

Tað er enn ikki alment, júst hvat stendur í avtaluni, sum skal undirskrivast í komandi viku, men ætlanin er at draga eina linju tvørtur um oynna, sum sostatt verður býtt í helvt - ein helvt fer til Kanada og hin helvtin fer til Danmark og Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738