Vestmenningar vilja hava endurgjald fyri pumpuskipanina

Vestmenningar vilja hava endurgjald fyri pumpuskipanina
Týsdagin verður skipað fyri evnisdegi um ognartøku av náttúru til grøna orku
Pumpuskipanin hjá SEV í Vestmanna verður størsta orkuverkætlan.
Mynd: SEV  
 
17.06.2022 - 08:19

Vestmenningar vilja hava endurgjald, nú Føroya størsta orkuverkætlan skal gerast í kommununi.

Týsdagin verður skipað fyri evnisdegi, hvussu ognartøka av náttúru til grøna orku, kundi verið skipað.

Stigtakari til orkutingið er ein áhugabólkur í Vestmanna saman við Vestmanna kommunu.

Í næstum er ætlanin at fara undir Føroya størstu orkuverkætlan, tá ið pumpuskipanin á Mýrunum í Vestmanna skal gerast.

Hetta er eitt neyðugt stig á leiðini móti eini grønari framtíð, og tað er sera lítið, ið kommunur hava fingið í fíggjarligum endurgjaldi fyri inntrivini gjøgnum árini, sigur Vestmanna kommuna. 

 

Rætt til endurgjald

Nú Føroya størsta orkuskipan skal gerast, er spurningurin settur við, um tað ikki er upp á sítt pláss, at kommunur, ið lata so nógv náttúrutilfeingi til grøna orku, hava rætt til eitt fíggjarligt endurgjald.

Fordømi fyri eina slíka skipan er norska orkufelagið (LVK). Uppgávan hjá felagsskapinum er millum annað at stuðla rættinum um ein varandi part av virðisøkingini, um orka verður vunnin úr kommunalum lendi.

Orkufelagið LVK leggur stóran dent á, at talan er um staðbundið náttúrutilfeingi. Ein skipan er fingin í lag í Noregi, har kommunur, ið lata lendi og náttúrutilfeingi til orkunýtsluna í landinum, fáa eitt fíggjarligt endurgjald.

Orkutingið í Vestmanna verður týskvøldið klokkan 18:30, og neyðugt er við tilmelding.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533