Smyril ætlar at byggja tvey farmaskip

Smyril ætlar at byggja tvey farmaskip
Eingin sáttmáli er gjørdur enn, men prinsippavgerð er tikin, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri
Hvítanes, sum er eitt av farmaskipunum hjá Smyril Line, og Norrøna, sum bæði tekur ferðafólk og farm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Nevndin í Smyril Line hevur tikið avgerð um at byggja tvey nýggj ro-ro-farmaskip.

Tað váttar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, sum er staddur uttalands.

Hetta er tað slagið av farmaskipum, har til ber at koyra umborð og í land. 

Eingin sáttmáli er undirskrivaður enn, orsakað av heimsstøðuni, men nevndin í Smyril Line hevur tikið eina prinsippavgerð um at fáa tvey nýggj skip.

 

Fyrra skipið í 2025

Tað er heimasíðan Søfart, sum ber tíðindini. Útvarpið hevur eisini tosað við Jens Meinhard Rasmussen, og hann váttar tíðindini. 

- 2025 er eitt gott boð uppá, at vit fáa fyrra skipið, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann leggur dent, at tað í løtuni er sera torført at spáa um framtíðina, við stórari inflasjón og høgum oljuprísum. 

Prinsippavgerðin, sum nevndin í Smyril Line hevur tikið, hevur sum mál at vaksa um farmaflutningsvirksemið og grøna orskiftið, soleiðis at skipini hava minni útlát.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328