- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amnesty: Kærleiki er ein mannarættur
Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni. Hetta merkir, at tað ikki skal verða gjørdur mismunur á fólki uttan mun til ættarslag, húðalit, kyn, átrúnað, kynsligan samleika ella aðra støðu.
Tað skrivar Amnesty International, Føroyar deild, í tíðindabrævi.
Grein 16 í Heimsyvirlýsingini um Mannarættindi frá 1948:
“Menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldurs, skulu uttan mun til ættarslag, tjóðskap ella átrúnað hava rætt til at giftast og setast í búgv. Tey hava krav um somu rættindi við gifting, í hjúnarlagnum og við hjúnaskilnað.“
Í fleiri áratíggju hevur Mannarættindanevndin hjá ST undirstrikað, at mannamunsgreinar, sum fevna um kyn, eisini fevna um rættin hjá samkyndum.
Amnesty International sigur, at orsøkin til at felagsskapurin arbeiðir við at verja støðuna hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum er, at milliónir av menniskjum kring heimin eru í vanda fyri at verða avrættað, fongslað, pínd ella fyri øðrum harðskapi vegna teirra kynsliga samleika. Sambært Amnesty International er listin yvir mismun og harðskap, sum fer fram í samband við kynsligu støðuna hjá tí einstaka, sera drúgvur:
• Kvinnur verða neyðtikinar, sum “leking” fyri teirra samkyndleika – onkuntíð við játtan frá foreldrum teirra.
• Einstaklingar verða avrættaðir, tí teirra kynsliga støða verður mett at vera ein sosialur vandi.
• Rætturin til børnini er í vanda.
• Harðskapur framdur av løgregluni er ein støðug hóttan.
• Einstaklingar verða álopnir og onkuntíð dripnir á gøtuni. Hesi eru offtur fyri sokallaðum “hate crimes”.
• Einstaklingar eru fyri afturvendandi verbalum álopum.
• Happing fer fram í skúlum.
• Einstaklingum verða noktað búgv ella heilsuhjálp.
• Einstaklingar fáa noktandi svar uppá umsókn um friðskjól, eftir at tey eru flýdd vegna forfylging.
• Neyðtøkur og annar harðskapur fer fram undir varðhaldi.
• Einstaklingar verða trýstir til at taka sítt egna lív.
• Einstaklingar verða avrættaðir av statinum (7 lond í heiminum hava lóggávu, sum loyvir hesum).
Amnesty hevur drigið ta niðurstøðu, at ímeðan nakrar stjórnir taka virknan lut í homofobiskum harðskapi gjøgnum millum annað hatskar útsagnir, so taka nógv fleiri stjórnir lut við einki at gera.
Samkynd eru í nógv størri vanda í teimum londunum, har samkyndleiki er revsiverdur, ella har myndugleikarnir einki gera fyri at verja samkynd. Úrslitið er, at hesin minnilutabólkur livir við hóttanum, háðan, forfylging og harðskapi. Sambært nýggjastu hagtølunum er støðan ringast í muslimska heiminum og í Eysturevropa, meðan framstig eru at hóma í USA, Vestureuropa og Suðuramerika. Støðan í Asia er í verandi støðu illa lýst, skrivar also Amnesty International, Føroya deild, í tíðindabrævi.