Konkurslógin skal dagførast

Konkurslógin skal dagførast
Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur danska løgmálaráðið gjørt ríkislógartilmælið, sum nú er sent til hoyringar
Konkurslóggávan í Føroyum er felagsmál, og danska løgmálaráðið hevur gjørt ríkislógartilmælið um broytingar í lógini.
 
24.06.2022 - 08:22

Konkurslógin skal dagførast.

Fyritøkur, sum hava fyribils fíggjarligar trupulleikar, skulu kunnu rekast víðari heldur enn at verða koyrdar á húsagang. 

Ítøkiliga skulu virkiseigarar kunna taka seg aftur frá endurskipanarviðgerðini. 

Og reglurnar um varnarting í skuldarumskipanarmálum skulu broyast, so eisini verður møguligt at søkja um skuldarumskipan í Føroyum hjá teimum, sum ikki búgva her.

Konkurslóggávan í Føroyum er felagsmál. 

Eftir áheitan frá landsstýrinum hevur danska løgmálaráðið gjørt ríkislógartilmælið, sum nú er sent til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329