Íbúðir til Almannaverkið byggjast á Toftum

Íbúðir til Almannaverkið byggjast á Toftum
Gongur sum ætlað, verða 19 íbúðir bygdar til serligar málbólkar hjá Almannaverkinum
 
30.06.2022 - 17:34

Bústaðir skal eftir ætlan byggja íbúðir á Toftum til Almannaverkið. Nes kommuna hevur samtykt at gera rammuavtalu við Bústaðir um at byggja 19 íbúðir í bygdini, sigur kommunan.

Síðan januar 2021 hevur Nes kommuna samskift við Almannaverkið um at byggja íbúðir til serligar málbólkar. Almannaverkið hevur síðani heitt á Bústaðir um at standa fyri verkætlanini, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Í juni hava partarnir gjørt eina rammuavtalu, sum varð einmælt samtykt á bygdaráðsfundi mánakvøldið. Nes kommuna fer eftir summarfrítíðina at gera økið byggiklárt, so Bústaðir kunnu gera klárt at byggja tær 19 íbúðirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417