Ellisheimið á Sýnini fyllir 50 ár

Ellisheimið á Sýnini fyllir 50 ár
Í gjár kundu tey í Miðvági hátíðarhalda, at 50 ár vóru liðin, síðani Ellisheimið á Sýnini varð vígt og tikið í brúk tann 2. juli í 1972
 
03.07.2022 - 15:22

- Tá varð sagt um ellisheimið, at tað var eitt tað mest framkomna heimið í danska ríkinum, segði stýrisforkvinnan, Eyð Ellingsgaard, sum var ein av røðarunum í gjár.

Ætlanin um eitt ellis- og avlamisheim í Vágum kveiktist longu stutt eftir kríggið, men ikki fyrr enn fyrst í 60-unum byrjaði spakuliga gongd at koma á.

Landsmyndugleikarnir vóru trekir at hjálpa til, men ikki fyrr enn kommunurnar í Vágum komu upp í arbeiði, hendi nakað.

Serliga gekk Høgni Poulsen, prestur, undan í royndunum at fáa heimið til veruleika, og tann 7. juli 1969 løgdu Fríðrikur níggjundi kongur og Ingrid drotning grundarsteinin til heimið.

Palli Gregoriussen, sáli, teknaði ellisheimið, sum byggifelagið Lamhauge & Waagstein bygdi, og kostnaðurin var slakar sjey milliónir krónur, sum var nógv tá.

Ellisheimið í Miðvági, sum síðani eina navnakapping í 2007 hevur itið “á Sýnini”, hevði pláss fyri 35 búfólkum, tá ið tað stóð liðugt í 1972.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096