Ranja hevur hegni og áræði

Ranja hevur hegni og áræði
Ranja Joensen er ein av evnaríkastu badmintonspælarunum í Føroyum. Bert 13 ára gamli spælarin úr Klaksvíkar Badmintonfelag var við, tá altjóða U18-kapping var á Føroyaleikum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
04.07.2022 - 19:01

Ranja Joensen telist millum evnaríkastu badmintonspælararnir í Føroyum.

Um vikuskiftið kappaðist 13 ára gamli spælarin úr Klaksvíkar Badmintonfelag í sterkari altjóða U19-kapping, sum Badmintonsamband Føroya hýsti á Føroyaleikunum.

 - Tað er óført, at hon er við í hesi kappignin, tá hugsað verður um, hvussu ung hon er, sigur landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Sune Gavnholt. 

 - Hon hevur eisini staðið seg væl higartil.

Vísti hegni beinanvegin

Ranja Joensen byrjaði at venja badminton í 2013, og beinanvegin var greitt, at hon hevði bæði hegni og áræði.

Hon vann sítt fyrsta FM-heiti sum seks ára gomul, og síðan hevur hon vunnið á hvørjum ári.

Nú hevur hon loyvi at kappast millum tey vaksnu, og pápi hennara, Gunnleiv Joensen, væntar at hetta fer at seta uppaftur meir ferð á menningina.

Landsliðsvenjarin hevur eisini fylgt við síðstu árini, og neyvan gongur long tíð, áðrenn Ranja Joensen verður tikin út til at venja við landsliðnum.

 - Hon er ein ungur spælari, sum vit hava hugt meir og meir at síðstu árini, tí hon hevur ment seg skjótt og sær út til at dáma væl at spæla, sigur Sune Gavnholt.

Kann koma langt, men má arbeiða hart

Danin, sum hevur staðið á odda við føroyska landsliðsarbeiðnum síðstu árini, hevur góðar vónir til Ranju Joensen. 

 - Í mun til føroyska støðið annars, er hon ein, sum kann gerast sera góð og sum kann røkka langt, sigur Sune Gavnholt. 

 - Tað snýr seg um vilja og disiplin. Eitt er evnini, men tað, sum verður avgerandi tey nógvu komandi árini, er viljin til at venja hart og skilagott.

Áræði er ikki ein trupulleiki í løtuni, staðfestir pápin.

 - Hon er somikið seriøs, at okkum nýtast ikki at siga nakað. Vit royna at fara uttanlands við henni til kappingar, og nú hevur hon aldur til ungdómslandsliðini, so hon kemur at fáa nógv betri venjing framyvir, sigur Gunnleiv Joensen. 

Sunnukvøldið fór Ranja Joensen á sterka U15-venjingarlegu í Finnlandi saman við tveimum øðrum ungum føroyskum spælarum.


Ranja Joensen í dysti á Føroyaleikum 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187