Enn fleiri ráðharrar rýma undan Boris

Enn fleiri ráðharrar rýma undan Boris
Tað ridlar undir stjórnini hjá Boris Johnson, eftir at átta ráðharrar í bretsku stjórnini hava lagt frá sær síðani týskvøldið.
 
06.07.2022 - 13:39

Órógvið í stjórnini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra í Stóra Bretlandi, heldur fram. 

Tí higartil í morgun, mikumorgun, hava fimm ráðharrar lagt frá sær, eftir at bæði fíggjarmálaráðharrin og heilsumálaráðharrin annars løgdu frá sær í gjárkvøldið, týskvøldið.

Øll hesi siga við ein munn, at tey hava mist alt álit á Boris Johnson, og at tey ikki vilja sita í stjórnini hjá honum longur.

Tað er bara ein mánaður síðani, at konservativi flokkurin atkvøddi um eitt misálitisuppskot á Boris Johnson. Tá søgdu sløk 42 prosent av konservativu parlamentslinunum seg ikki hava álit á Johnson.

Men fleiri av teimum, sum tá søgdu seg hava álit á Johnson, hava nú broytt støðu, skrivar BBC. Afturat ráðharrunum, sum hava lagt frá sær, eru eisini fleiri parlamentslimir, sum ikki longur siga seg hava álit á forsætisráðharran.

Tað ridlar tí av álvara undir stjórnini hjá Borisi Johnson eftir nógvu gølurnar seinastu tíðina. Dropin, sum tykist at hava fingið bikarið at flóta yvir, er, at Boris Johnson hevur sagt ósatt fyri ráðharrum og fjølmiðlum, har hann segði seg ikki vera vitandi um ákærur um kynsligan ágang, sum ein týðandi parlamentslimur hjá konservativa flokkinum skal hava framt. Tí týskvøldið váttaði Johnson, at hann var vitandi um ákærurnar. Hetta setti ferð á mongu uppsagnirnar.

Spyrjitími er í parlamentinum í Westminster í løtuni, men eygleiðarar vænta ikki, at Boris Johnson leggur frá sær. Eygleiðarar vænta tó, at avdúkingin um lygnirnar kann gerast deyðadómurin hjá stjórnini hjá Boris Johnson.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444