Grindamannafelagið: Best er um onki hámark er sett á

Grindamannafelagið: Best er um onki hámark er sett á
Nevndin í Grindamannafelagnum, sum er ein hoyringspartur, hevur enn ikki havt fund um nýggja hámarkið, men fer í næstum at hittast at tosa um hámarkið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.07.2022 - 10:28

 

- Um hetta kann gera, at vit kunnu halda fram við at drepa springarar, so kunnu vit nokk liva við tí, sigur næstformaðurin í felagnum, Tóri Simonsen. Best var tó, um einki hámark var, leggur hann afturat.

Ætlanin hjá landsstýrinum er eisini at betra fyritreytirnar fyri, at springaradráp kunnu ganga skjótt og munadygt.

Ein einstakur serframleiddur mønustingari til springara er gjørdur, og ætlanin er at royna hann.

Eisini er ætlanin at kanna, um ein serstakur springaraknívur eigur at verða gjørdur, ið somuleiðis kann betra um drápsháttin.

- Hetta eru átøk, Grindamannafelagið tekur undir við, tí vit eiga at fara fram í sambandi við springaradráp, sum vit í mong ár hava gjørt í sambandi við grindadráp, sigur Tóri Simonsen.

- Mønustingarin til springara er royndur við smáhvali og hevur víst seg at rigga væl, men trupulleikin er, at vit enn bara hava ein mønustingara, og tað er ov lítið, sigur hann.

- Best var, um vit høvdu nakrar kring landið, so vit fingu roynt teir, tá ið ein møguleiki er til tað, sigur næstformaðurin í Grindamannafelagnum.

Hvalaveiða í Føroyum er eitt gott íkast til húsarhald í Føroyum, og hetta er matur, sum hevur eina lutfalsliga lága kolevnisslóð.

Landsstýrið vísir eisini á, at møguleikin at veiða hval hevur týdning í mun til matvørutrygdina hjá føroyska samfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678