Hava lagt hald á 27 kilo av hassji í ár

Hava lagt hald á 27 kilo av hassji í ár
Nøgdirnar í ár eru munandi størri enn undanfarin ár, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum.
Heri Andreasen er kanningarleiðari hjá løgregluni.
Mynd: KVF  
 
14.07.2022 - 11:36

Bara hesa seinastu vikuna hevur løgreglan steðgað 12 kiloum av hassji í at koma til Føroya, og tað er nærum tað sama, sum varð lagt hald á í fjør.

Sambært Hera Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, er hetta óvanliga nógv, og harumframt eru nøgdirnar í ár munandi størri enn undanfarin ár. 

Samanlagt hevur løgreglan lagt hald á 27 kilo í ár. Í fjør var lagt hald á góð 16 kilo.

Og tað er ein størri eftirspurningur eftir hassji nú, sigur Heri Andreasen. Serliga tá ymisk summartiltøk standa fyri framman.

- Summarið, festivalar, ólavsøka og ymisk tiltøk, sum savna nógv fólk, gera tað, at eftirspurningurin eftir rúsevnum og kanska serliga hassji verður størri, sigur Heri Andreasen. 

Fríggjadagin legði politiið í Hirtshals hald á 8 kilo av hassji, sum skuldu við Norrønu til Føroya. Tá hesi vóru tikin í Danmark, telja tey ikki við í teimum 27 kilounum, sum politiið og tollvaldið higartil hava funnið í ár.

Týsdagin var ein maður tikin við tveimum kiloum av hassji á flogvøllinum, og sunnukvøldið royndu fólk eisini at smugla tvey kilo av hassji í land av Norrønu.

- Tað er eitt nýtt rák, at nøgdirnar til Føroya eru somikið stórar, sigur leiðarin á kanningardeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572