Tvey ferðsluóhapp í morgun

Tvey ferðsluóhapp í morgun
Ongin manskaði var, men talan var um stóran matriellan skaða
Mynd: (savnsmynd) Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.07.2022 - 14:18

Fyrra hendi omanfyri Norðskála, umleið klokkan hálvgum níggju, tá ið ein bilur fór útav. Førarin var einsamallur í bilinum og hann fekk ongan skaða.

Seinna hendi ein tíma seinni, umleið klokkan hálvgum tíggju, tá ið ein bilur fór út av vegnum millum Stykki og Kvívík. Ein maður var í bilinum, og neyðugt var at klippa hann leysan, og hann varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið, og løgreglan fylgdi við. Løgreglan sigur nú, at hann hevur ikki fingið stórvegis skaða, og støðan hjá honum er góð. 

Løgreglan upplýsir, at í hvørgum av førunum eru ábendingar um, at rúsdrekka hevur verið uppií. 

Í báðum førum er tó talan um stóran materiellan skaða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523