7000 krónur at keypa olju fyri

7000 krónur at keypa olju fyri
Oljuískoyti skal latast teimum, sum hava lítlar inntøkur og ikki ognir av týdningi, og brúka olju at hita húsini
Studningur at keypa olju fyri kemur í heyst.
 
29.07.2022 - 15:37

Tað vera tey við lítlum inntøkum, sum hita húsini við olju, sum fáa pengar úr landskassanum, 7.000 kr. 

Løgmaður segði í ólavsøkurøðu sínari, at uppskot er á veg um at hjálpa húskjum, sum eru illa fyri fíggjarliga. 

Í løglistanum hjá landsstýrinum, listin við teimum lógaruppskotum, sum ætlanin er at leggja fram í hesi tingsetuni, stendur, at talan er um broyting í lógini um familjuískoyti.

Oljuískoyti skal latast teimum, sum hava lítlar inntøkur og ikki ognir av týdningi, og brúka olju at hita húsini.

Ætlanin er at lata teimum ískoytið, sum ikki hava børn og, har inntøkan í mesta lagi er 290.000 kr. um árið.

Ískoytið verður bara latið eina ferð..

Uppskotið kemur fyrst í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025