Føroyingar skulu sleppa í hagan ókeypis

Føroyingar skulu sleppa í hagan ókeypis
Javnaðarflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar um gongd í haga
Javnaðarflokkurin heldur, at føroyingar skulu sleppa at ganga í haganum ókeypis, men tað er ikki órímiligt at taka gjald frá útlendingum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
03.08.2022 - 08:45

Tingsetan er ikki meira enn byrjað, og longu nú er fyrsta uppskotið um gongd í haga komið hagar.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um rættin hjá føroyingum at ganga í haganum ókeypis.

Flokkurin heldur tað ikki vera órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og vinnuligum virksemi og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru. 

 

Aftur í løglistanum

Landsstýrið hevur leingi arbeitt við hesum málinum, men einki lógaruppskot er komið enn.

Gongd í haga stendur tó í løglistanum aftur í ár. 

Løgmaður segði á ólavsøku, at skiljast skal millum privata og vinnuliga gongd í haga. 

Føroyingar skulu, eins og siðvenjan hevur verið, hava møguleika at njóta føroysku náttúruna, segði hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961