Ellemann: Ikki óvæntað, at Pape bjóðar av

Ellemann: Ikki óvæntað, at Pape bjóðar av
Formaðurin í Vinstraflokkinum sigur, at hann kann liva við at vera ráðharri í stjórn, har Søren Pape Poulsen er forsætisráðharri
Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstraflokkinum, fær nú kapping á bláa veingi frá Søren Pape Poulsen um gerast forsætisráðharri eftir næsta fólkatingsval.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.08.2022 - 15:12

- Eg má viðganga, at hetta eru ikki stórtíðindini í donskum politikki. Vit eru nøkur, sum væntaðu at boðini fóru at koma.

Tað sigur Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstraflokkinum í Danmark, nú Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa fólkaflokkinum, í morgun boðaði frá, at hann bjóðar seg fram sum forsætisráðharra í Danmark. 

Søren Pape Poulsen segði, at tað er tann av teimum báðum, sum fær flest umboð, ið stuðla viðkomandi, sum skal verða forsætisráðharri. Tí er avgerandi, hvønn teir borgarligu flokkarnir vísaá, Pape ella Ellemann-Jensen.

 

Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum fer eftir forsætisráðharrasessinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Størsti flokkur eigur servuna

Jakob Ellemann-Jensen er ikki samdur við hesum sjónarmiðinum. Hann sigur við DR, at tað er natúrligt, at tað er tann størsti flokkurin, ið sleppur at serva. Soleiðis hevur siðvenjan altíð verið. 

Hann sigur eisini:

- Eg haldi, at Søren Pape Poulsen kann liva við at vera ráðharri í eini stjórn, har eg eri forsætisráðharri. Og eg kann eisini liva við at vera ein ráðharri í eini stjórn, har Søren Pape Poulsen er forsætisráðharri, sigur Jakob Ellemann-Jensen.

Kaj Joensen, journalistur, segði soleiðis um støðuna í tíðindunum á middegi:

 

15082022_Kaj_um_Pape_til_net

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065