Sí myndirnar: Brúgv í Noregi skramblaði saman

15.08.2022 - 18:30
Sí myndirnar: Brúgv í Noregi skramblaði saman
Stórur vandi var á ferð, tá ein brúgv Gudbrandsdalinum í Noregi skramblaði saman í morgun. Tveir bilar vóru á brúnni, tá brúgvin fór í spønir
Støðan var hættislig, tá ein brúgv í Noregi brádliga skramblaði saman, meðan ein persónbilur og ein lastbilur vóru á brúnni
Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix  
 

Ein lastbilur og ein persónbilur vóru á Tretten-brúnni í Gudbrandsdalinum, tá hon í morgun skramblaði saman. 

Myndir: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix

Lastbilsjaførurin mátti lyftast við tyrlu úr bilinum av einum bjargingarmanni. 

- Støðan var álvarslig, serliga fyri teir báðar bilførararnar, men tíbetur spældi alt væl av, sigur Terje Krogstad frá politinum í fylkinum Innlandet, við norska Kringvarpið. 

Brúgvin varð gjørd í 2012 og kom í staðin fyri eina gamla brúgv.

Nýggja brúgvin varð bygd úr límtræi og hevði líknandi konstruktión sum ein onnur brúgv í Norra, sum fór í knús í 2016.

Eftir kanningarnar tá, mælti norska Vegdirektoratet til, at júst henda brúgvin, sum nú fór í knús, varð styrkt - ikki tí, at nakað varð staðfest at vera galið við henni, men meira fyri at styrkja hana enn betur. 

Seinasta eftirlitið, ið varð gjørt á brúnni, sum nú fór í knús, var 3. juni í ár.

Vegdeildin hjá Norska statinum sigur við NRK, at tá var ikki staðfest nakað, sum gjørdi, at hon var vandamikil at koyra á.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. september
Meg minnist - Petur Simonsen (2:5)
162935
Sunnudag 24. september
Bolero 24 sep 2023
163241
Sunnudag 24. september
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
163239
Sunnudag 24. september
Credo: Vitlíki
163211
Leygardag 23. september
Jambalaja 230923
163225
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. september
Veðrið
163197
Hósdag 21. september
Vit eru enn til
163137
Hósdag 21. september
Fagnaðarløta fyri Martini Joensen
162865
Týsdag 19. september
Veðrið
163001
Mánadag 18. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
162894