Norska krúnprinsessan nevnd í Epstein-skjølunum

Norska krúnprinsessan nevnd í Epstein-skjølunum
Mette-Marit, norksa krúnprinsessan er nevnd fleiri hundrað ferðir í Epstein skjølunum
 
31.01.2026 - 11:26

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, er nevnd í nýggjastu Epstein-skjølunum, sum amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi í gjár.

Tað skrivar norska ríkiskringvarpið, NRK.

Sambært NRK hevur ein annar norskur miðil, VG, kannað skjølini, og sambært NRK er krúnprinsessan nevnd fleiri 100 ferðir í skjølunum.

Í 2019 lænti Mette-Marit eini hús hjá Jeffrey Epstein í Palm Beach í fýra dagar, og tá NRK vendir sær til hennara fyri at fáa eina viðmerking, viðurkennir hon og sigur, at hon tekur fulla ábyrgd av tí, sum hon hevur gjørt og at hon stórliga harmast um tað. 

- Eg vísti vánalig dømievni og eg iðri meg um, at eg yvirhøvur hevði samband við Epstein. Eg skammist heilt einfalt av tí, segði krúnprinsessan.

Eisini Fríðrikur kongur er nevndur í skjølunum. Men tað er í nógv minni og ikki líka aktivan mun sum norska krúnprinsessan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025