Foreldur vísa lærarum og varaskúlastjóra stuðul

Foreldur vísa lærarum og varaskúlastjóra stuðul
132 foreldur at børnum í Vestmanna skúla hava higartil skrivað undir brævið til Mentamálaráðið
Foreldur av næmingum í Vestmanna skúla hava skrivað bræv til Mentamálaráðið.
 
19.08.2022 - 15:57

Foreldur í Vestmanna hava nú sent Mentamálaráðnum opið bræv, har tey vísa lærarunum og varaskúlastjóranum, sum hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, sín stuðul.

132 foreldur hava skrivað undir brævið higartil.

Í brævinum verður millum annað sagt:

"Tað er ikki uttan ørkymlan, at vit foreldur senda børnini í skúla aftur. 

Vestmanna skúli hevur altíð verið kendur fyri, at klekja góðar næmingar. Í lands- og pisaroyndum eru næmingarnir í Vestmanna millum teir bestu í landinum. Orsøkin er lærararnir. Teir eru framúr dugnaligir og ganga høgt upp í starv og næmingar.

Nú hevur ófriður valdað í Vestmanna skúla í fleiri mánaðir og tað tykist, sum støðan bara versnar. Hetta hevur ikki gingið út yvir næmingarnar enn, takkað verið professionellum lærarum. Kortini kendist farna skúlaár øðrvísi enn onnur ár. Lítil kunning og stutt skoðsbrá til broyttar skúladagar myndaði árið. 

At næmingar møttu til nýtt skúlaár í gjár, uttan at tímatalva var klár, er als ikki nøktandi.

Ein væl rikin skúli er grundarsteinurin í einari bygd. Vit eru øll sera góð við okkara skúla og vilja hava tann skúlan, sum vit kenna, aftur.

Tað harmar okkum sera nógv, at hendan støðan er íkomin, og vit vilja við hesum vísa lærarunum og nú fyrrverandi varaskúlastjóra, okkara stuðul. Harumframt vilja vit heita á avvarðandi myndugleika um at fáa skúlan á beina kós aftur við nýggjari leiðslu, øllum starvfólkum og næmingum at gagni," skriva foreldur at næmingum í Vestmanna skúla í brævinum til Mentamálaráðið.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297