Gudstænasta aftur í gjónni

Gudstænasta aftur í gjónni
Seinnapartin í morgin, klokkan 15, verður gudstænasta í gjónni við Gjógv, og fyrrapartin, klokkan 11, hava tey eisini útigudstænastu á Argjum.
Gudstænasta verður í gjónni við Gjógv í morgin. (Mynd: Fólkakirkjan)
 
20.08.2022 - 11:34

Hetta er fyrsta gudstænastan í gjónni í trý ár, eftir at koronufarsóttin gjørdi um seg.

Í ár verður tað Jógvan Fríðriksson, biskupur, ið prædikar, og eisini fer tónleikur at seta sín dám á løtuna.

Ari Hammer Joensen verður organistur, og fer millum annað at spæla Bach og variatiónir yvir sálmin “Nú takkið Guði øll”.

Eisini verður Eiðis Ljómfelag at hoyra, og eitt felagskór úr Vestmanna Sangkóri og Vágakórinum syngur.

Eisini úti á Argjum
Ein onnur útigudstænasta verður eisini í morgin, tí fyrrpartin í morgin, klokkan 11, verður útigudstænasta á AB-vøllinum á Argjum.

Hetta er aðru ferð, at Argja kirkja heldur gudstænastu á vøllinum á Argjum, og seinast var jólaaftan í fjør. 

Undir gudstænastuni syngur kvinnubólkurin Tabitha, og aftaná verður kirkjukaffi og okkurt søtt og sunkist til børnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040