Heim og skúli stuðla foreldrum í Vestmanna

Heim og skúli stuðla foreldrum í Vestmanna
Foreldrafelagið Heim og skúli stuðlar í opnum brævi til Uttanríkis- og Mentamálaráðið foreldrunum í Vestmanna, sum hava gjørt vart við støðuna í skúlanum
Heim og skúli hevur sent Uttanríkis- og Mentamálaráðnum opið bræv um skúlan í Vestmanna.
 
21.08.2022 - 10:50

Foreldrafelagið Heim og skúli stuðlar í opnum brævi til Uttanríkis- og Mentamálaráðið foreldrunum í Vestmanna, sum hava gjørt vart við støðuna í skúlanum. 

Hvørki næmingar ella foreldur vita, hvat hendir í skúlanum, nú skúlaárið er byrjað.

Slík vantandi kunning og slíkt vantandi samskifti millum skúlan og aðalráðið og heimini er undir alt lágmark, siga Heim og skúli.

Felagið heitir á Uttanríkis- og Mentamálaráðið og leiðsluna í Vestmanna skúla um at kunna foreldrini um tað, sum hendir í skúlanum.

Tað er burturvið, at foreldrini í Vestmanna ikki vita meira um skúlan enn tað, tey fáa at vita í fjølmiðlunum, siga Heim og skúli, sum mæla til at gera eitt foreldraforum, har foreldrini fáa kunning um skúlan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083