Tvey fólk dripin í Íslandi

Tvey fólk dripin í Íslandi
Ein skottilburður á Blønduósi á Norðurlandinum í Íslandi tíðliga í morgun hevur kravt tvey mannalív og eitt fólk er sært
Tvey fólk eru dripin í Íslandi í morgun.
 
21.08.2022 - 11:20

Ein skottilburður á Blønduósi á Norðurlandinum í Íslandi tíðliga í morgun hevur kravt tvey mannalív og eitt fólk er sært.

Skotið var í einum sethúsum.

Maðurin, sum skeyt, var funnin deyður á staðnum. 

Politiið hevur tikið fólk í sambandi við hendingina.

Øll fólkini, tey deyðu, tað særda og tey tiknu vóru ella eru øll íslendsk og búðu ella búgva øll í Blønduósi. 

Tikin fyrr í ár

Tey kendust, sigur politiið, sum annars ikki vil siga so nógv um málið.

Fjølmiðlar í Íslandi siga, at politiið fyrr í ár tók byrsumannin, júst tí, hann hótti við byrsu í somu húsum, sum hann var í morgun.

Teir siga seg eisini vita, at byrsumaðurin hevur arbeitt hjá øðrum teirra, sum hann skeyt. 

Og maðurin, sum skal vera 36 ár, hevur verið á psykiatriskari deild, vita fjølmiðlar eisini at siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112