Samleikin ov dýrur at brúka

Samleikin ov dýrur at brúka
KT-felagið tekur undir við, at kravt verður, at almennir stovnar og partafeløg brúka talgilda samleikan
KT-felagið hevur boðað landsstýrismanninum frá, at tað er ov dýrt hjá privata vinnulívinum at brúka Samleikan.
 
24.08.2022 - 08:19

Tað kostar ov nógv hjá vinnulívinum at brúka talgilda samleikan.

Tað sigur KT-felagið, sum fyri summarfrítíðina segði við landsstýrismannin í fíggjarmálum, at tað er ov dýrt hjá privatum fyritøkum at gagnnýta talgilda samleikan. 

KT-felagið vísir á, at samfelagið fær ikki fullan ágóða av íløguni í talgildan samleika, um privatar tænastur ikki knýta sínar tænastur at talgilda samleikanum

KT-felagið tekur undir við, at kravt verður, at almennir stovnar og partafeløg brúka talgilda samleikan.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815